Rannvá


Forlag: Egið
Útgávuár: 2008
Prísur: 198.00
Rithøvundi: Dagmar Joensen-Næs
Evni: Sagnir og ævintýr
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 115


Um bókina
Dagmar Joensen-Næs (1895-1983) var fødd í Miðvági. Hon giftist í 1922 við Martin Joensen-Næs úr Skúvoy. Tey bæði búðu í Skúvoy í seks ár og fluttu síðani til Miðvágs, har Martin var fyrstilærarin í mong ár.

Dagmar Joensen-Næs er fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevur skrivað og givið út skalsøgu.

Hon skrivaði skaldsøguna Rannvá í 40unum. í 1969 las Kristian Øster søguna upp í Útvarpi Føroya, og í 1971 varð skaldsøgan givin út í bók.

Skaldsøgan byggir á eina frásøgn um eina bóndadóttir í Skúvoy, ið varð noydd at búseta seg í óbygdum. Í Fagradali í Skúvoy síggjast enn leivdir frá eini búseting, ið ber navnið Rannvátoft.

Umframt skaldsøguna Rannvá hevur Dagmar Joensen-Næs givið út stuttsøgusavnið Tá minnini tala. Tað kom út í 1980.