Niðunátt


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-76-29-0
Rithøvundi: John Steinbeck
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 138

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Líkur øllum øðrum stórum listafólki legði Steinbeck stóran dent á at lýsa umstøðurnar hjá menniskjum ... og hann var í so máta óvanliga kvæmur.


(Ummælið úr San Francisco Chronicle)
Í hesi undranarverdu skaldsøguni um menniskjaligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi.

Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur, ið upprunaliga kemur á fólk, til tigandi, gnagandi øði sum bita fyri bita máar grundarlagið undan hersetingarvaldinum, til eisini tað skilir, hvat ótti og angist er. Skaldsøgan nevnist á amerikonskum The Moon Is Down, og hon hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-hersetta Evropa. Hóast alt varð gjørt at forða útbreiðsluni - í fasistiska Italia vóru fólk dømd til deyða fyri at eiga eitt eintak av bókini - so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við óndskap og harðskap.