På vandring i Nólsoys fortid


Forlag: Nólsoyar Fornminnisfelag
Útgávuár: 2008
Prísur: 300.00
ISBN: 99918-3-266-1
Rithøvundi: Steffen Stummann Hansen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 103

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú kemur út bók fyri tey, sum hava áhuga í føroyskari søgu. Við støði í fornminnunum í Nólsoy verður greitt frá lívinum í oynni frá fyrstu búsetingunum og fram til nútíðina.
Nólsoyar Fornminnisfelag hevur heitt á Steffen Stummann Hansen um at skriva bókina. Steffen Stummann Hansen, sum varð útbúgvin fornfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn í 1982, hevur skrivað nógvar greinir um fornminni í Føroyum. Við góðari hjálp frá nólsoyingum hevur hann í "På vandring i Nólsoys fortid" skrivað um søgu og fornminni í Nólsoy og setir oynna inn í eina størri søguliga heild, sum umfatar bæði Føroyar og onnur norðurlond.
Hetta hendir í tøkum tíma, tí fleiri av fornminnunum eru lutvíst hótt ella oyðiløgd, og summi teirra liva bert í staðarnøvnum og frásagnum. Dentur verður lagdur á, at neyðugt er at gera fornfrøðiligar skrásetingar og kanningar, eitt nú í Korndali, har fleiri toftir vórðu grivnar burtur ella fóru undir heilt, tá vegur varð bygdur suður úr bygdini í 1972.
Bókin er serliga ætlað ferðafólki, men eisini nólsoyingum og øðrum føroyingum við áhuga í Nólsoy, og spennandi teksturin er skrivaður á løttum máli. Eitt umfatandi savn av eldri og nýggjum myndum stuðlar upp undir tekstinum, so eisini tey, sum ikki eru staðkend, kunnu fylgja við og brúka bókina sum ferðaleiðara, tá tey elta farnar slóðir.