Lívrám


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2008
Prísur: 68.00
ISBN: 978-99918-4-93-0
Rithøvundi: Oddfríður M. Rasmusen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 48

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Við hesum nýggja yrkingasavninum, sum eitur Lívrám, fer Oddfríður M. Rasmussen nýggjar leiðir. Lívrám er í tveimum pørtum. Bókin er soleiðis sett saman, at helvtin av bókini vendir rætt, meðan hin vendir á høvdinum. Tískil kann hon lesast frá báðum síðum, men hon kann eisini lesast úr einum enda í annan, alt eftir, um lesarin vil hava hana at enda væl ella illa.


Annar av teimum báðum pørtunum eitur “Lívrám sum viðrakingar.” Hesin parturin er um lívið, og hvussu ein í gloprum, bæði í góðum og illum, verður raktur av lívinum. Hesar yrkingarnar ferðast úr støðum, sum verða hildnar onki at hava at siga og til stórar kosmiskar spurningar, sum vit menniskju hava trupult við at skilja. Hin parturin eitur “Lívrám sum pína í myrkrinum.” Her yrkir høvundurin við sterkum og konsentreraðum myndberingum frá lívinum og skapar ein heim í kistubotninum, har hann knýtir hesi bæði høvuðsevni saman, sum eru at finna í øllum skaldskapi: lív og deyð.