Meg minnist og ørminnist 1


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2008
Prísur: 380.00
ISBN: 978-99918-44-94-7
Rithøvundi: Heini Olsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 453


Um bókina
Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur stóran part av ævini virkað millum fólk, sum eru okkum ógvuliga fremmand. Hann hevur sæð og hoyrt mangt forvitnisligt og skemtiligt.

Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum.

Hetta er fyrsta bind av vónandi mongum um hesar ferðir. Heini byrjar her við barna- og ungdómsárunum í Vestmanna og á Tvøroyri, áðrenn hann leggur til brots.