Hálsketan og aðrar stuttsøgur


Forlag: Gwendalyn
Útgávuár: 2008
Prísur: 119.00
ISBN: 978-99918-811-2-6
Rithøvundi: Agnar Artúvertin
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 92


Um bókina
Guy de Maupassant

(1850-1893). Franskur høvundur og yrkjari. Skrivaði yvir 300 stuttsøgur. Hann verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomnar og speiskar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt.
Ein beiggi hansara gjørdist svakur, og Guy hjálpti til við at fáa hann innlagdan. Í hurðini vendi beiggin sær á og segði við Guy:

"Tað er ikki eg, sum eri tann svaki í okkara familju. Tað er tú!"

Maupassant fekk syfilis tá hann var ungur, og seinni í lívinum varð hann innlagdur á sinnissjúkrahús, har hann doyði. Horlin, sum eisini er við í hesum úrvali, er kendasta stuttsøga Maupassants, og hon varð skrivað áðrenn hann visti av, at hann hevði hesa ávísu kynssjúku



"Hálsketan og aðrar søgur"

er 92 síður og kostar 119,-



Um Maupassant:



Maupassant er ein tann kendasti, gávuríkasti og virknasti av fronskum stuttsøguhøvundum. Hann skrivaði sjálvur tað, sum skuldi standa á gravsteini sínum: Eg girnaðist alt, men neyt einki. Fleiri av søgum hansara eru um smáar hendingar, sum broyta lívið hjá persónunum. Oftast til tað verra. Dømi um hetta er vælumtókta og sterka søgan Hálsketan.

Ein sera sjónskur boðskapur í nógvum søgum Maupassants er býttleiki, tankaloysi og rotinskapur. Tvey dømi um hetta eru tann heldur skemtiliga søgan Pjerrot, og ótrúliga árinamikla og eirindaleysa søgan Foreldramorð.

Hann og Edgar Allan Poe verða mettir at vera tveir av høvuðsfedrunum til stuttsøguna sum tekstaslag.

Horlin er kendasta stuttsøga Maupassants og eitt satt meistaraverk í heimsbókmentunum. Eitt av evnunum í henni er hypnosa. Hetta var eitt sera vælumtókt evni mitt í 19. øld. Vit kenna tað til dømis frá ódeyðiligu søgunum hjá H.G. Wells og Edgar Allan Poe. Neyvan er tað tó nakrastaðni so væl frágingið og hevur fingið so breiða viðgerð sum í Horlanum.

Bræv frá tí svaka - ein av søgunum í hesi bók - kann lesast sum ein kladda til Horlan.

Um heitið á henni er at siga, at tað er eitt gjørt orð og merkir einki á fronskum, men tó minnir tað sera nógv um samansetingina hors (úti) og là (har), og minnir tí á fronskum um harúti og sipar til tað ókenda. Eisini sipar tað til fyrsta stavilsi í horrible, og navnið kann tí sigast at merkja tað ræðuliga, sum er harúti. Eisini verður gitt um, um tað kanska var ein vinur Maupassants, Cazalis lækni, hvørs dulnevni var Jean Lahor, ið skeyt navnið horla upp fyri Maupassant.



- úr fororðunum