At temja apuna


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2008
Prísur: 160.00
ISBN: 9789991816470
Rithøvundi: Judith Fathallah
Umsett: Malan Háberg
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 237

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvat er anorexia nervosa?

Flestu okkara halda okkum vita.

Flestu okkara kenna kend fólk við sjúkuni; vit kenna teknini, vit hava kanska onkra meining um, hví tú fært sjúkuna, ja kanska onkur eisini øvundar eitt sindur hetta at kunna stýra tí at gerast kløn/klænur.
Men hjá rithøvundanum, sum tá var trettan ára gomul, var anorexia ein rødd innaní, ein apa á herðunum, ein apa, ið áhaldandi fanst at henni og segði, at hon var feit, og at einasti máti at gerast eydnusom var at svølta seg.

Jess, sum er høvuðspersónurin í skaldsøguni, lurtar eftir røddini, og tað gera tíverri mangar aðrar gentur og dreingir, og røddin drap hana, næstan.
Skaldsøgan lýsir gongdina fram móti leking, stríðið móti ikki at gerast eitt deyðstal í statistikkinum. Og so við og við kemur hon eftir, at hon vil liva og at hjálpa øðrum at liva við at siga frá hesum henni hevði verið fyri.

At temja apuna er ein upplyftandi skaldsøga, skrivað av ungari gentu og grundað á egnu royndir hennara.