Tað sum fer at henda 5 3 vinkonur


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2008
Prísur: 50.00
ISBN: 9789991840413
Rithøvundi: Kjetil Johnsen
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 192


Um bókina
TRIÐJA KRIMIBÓKIN í lættlisnu ungdómsbókarøðini “3VINKONUR” er komin og eitur Tað, sum fer at henda. Tær báðar fyrru bøkurnar itu Eitt hol í sálini og Vandamikli mussurin. Næsta bókin eitur Ballað inn í plast og kemur á grækarismessu í 2009. Eftir ætlan koma í alt 10 bøkur í krimirøðini.

Alt byrjaði í níggjunda flokki, og nú ganga tær í tíggjunda. Nora, Vilborg, Benadikta og Trina. Í flokkinum gongur eisini sjarmørurin Nick, sum er elskuligur, men eisini gátuførur… Nú bilgist óttin fyri at vera øðrvísi í Trinu. Hon skúgvar kenslurnar fyri Vilborg burtur og leggur í staðin alla orku í at koma saman við einum dreingi. Um somu tíð royna Nora og Nick at menna eitt parlag sínámillum, uttan at nakar annar fær frænir av tí.