Bjargingar brøgd


Forlag: Egið forlag
Útgávuár: 2001
Prísur: 260.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Erling Poulsen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 128


Samandráttur
Nógv skip og bátar vóru í Vági,tá Erling Poulsen vaks upp har suðuri.Nógv bleiv tosa um hendingar og bjargingarbrøgd bæði við skipum og og bátum.Ivaleyst er tað tí,at hann alt frá barnsbeini hevur havt stóran áhuga fyri tí,sum bleiv greitt frá.Hann minnist,at pápin sat og las hart í Dimmalætting og mamman sat og græt,og navnið ”Ernestina” festi seg í minni,og gloymir hann aldri navnið aftur.Sum vaksin skilti hann so,hvat knýtti seg at hesum navni.Tað bjargingarbragd,sum Ziska á Fløttinum har framdi,gloyma føroyingar aldri.