Ferðin hjá Mosamollis


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2008
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-1-628-9
Rithøvundi: Janus á Húsagarði
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 38

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ferðin hjá Mosamollis er fyrsta bók hjá Janusi á Húsagarði.
Áður hevur hann myndprýtt í Míni jólabók og eisini myndabókina Dunnuungan Pu eftir Jógvan Edmund í Geilini, sum kom út í 2006 og varð útseld alt fyri eitt.
Í innganginum sigur Janus, at flestu trøll í Føroyum eru so við og við vorðin til stein, men at enn eru nøkur smá trøll eftir. Tey eru ring at bera eyga við, eru stygg og eru skjót at krógva seg, tá ið fólk koma nær.
Trøllini liva av berum og tara, og so tola tey sólarljós.
So nógv fortelur Janus frá, og síðani er upp til tín at gera søguna um Mosamollis og ferð hansara runt Føroyar.
Eingin tekstur er at halda seg til, men myndirnar tala fyri seg. Søgan sigur nærum seg sjálv, og so er hon um eitt forelskað trøll!
Bókin er væl egnað til smá børn, men um tú júst ert vorðin forelskaður í einari, so keyp henni Mosamollis í gávu, og hon gloymir tær tað ongantíð aftur!
Bókin kemur samstundis út á føroyskum, donskum og enskum. Av tí at hetta er bók við ongum teksti og við vøkrum tekningum av føroyskum landslagi og djóralívi, er hetta ein væl egnað bók eisini til fremmandafólk.