Nøgdir og nýbrot


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2008
Prísur: 195.00
ISBN: 978-99918-44-91-6
Rithøvundi: Dennis Holm
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 85


Um bókina
Nøgdir og nýbrot – føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár viðger nógvar ymsar tættir í føroysku fiskivinnuni frá tíðini eftir seinna heimsbardaga og fram til í dag.

Bókin gevur innlit í, hvussu føroyska fiskiveiðan er broytt, bæði tá ið ræður um, hvar vit fiska, hvussu vit fiska, og hvørji fiskasløg vit fiska. Broytingin í føroyska fiskiflotanum verður eisini viðgjørd, umframt at flotin, sum hann er nú, verður lýstur.

Eisini fær lesarin eina greiða mynd av, hvussu fiskivinnan á landi er ment, og hvørji viðurskifti hava havt týdning í hesari menning. Lesarin fær somuleiðis eina greiða fatan av føroyskari fiskiveiðu- og fiskivinnuumsiting bæði í søguligum høpi og nú á døgum. Í so máta gevur bókin lesaranum eitt innlit í, hvussu viðurskiftini í føroysku fiskivinnuni og kring hana eru broytt hesi fimmti árini bæði á sjógvi og á landi.