Fiskaskipanin


Forlag: Nám
Útgávuár: 2012
Prísur: 150.00
ISBN: 4978-99918-0486--6
Rithøvundi: Eyðfinn Magnussen
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 41

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Fiskaskipanin, eftir Eyðfinn Magnussen, lívfrøðing, lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka.

Bókin byrjar við at geva eina almenna lýsing av fiski, og hvussu nógv fiskasløg vit kenna í dag.

Síðani verður greitt frá útsjóndini á fiski og nøkrum grundleggjandi hugtøkum um fisk.

Greitt verður í stuttum frá vistskipanini á Føroyabanka og fiskinum, sum heldur til á Bankanum.

Eftir hetta verður farið at greiða frá djóraskipanini, og hvussu fiskur og aðrar livandi verur verða bólkaðar við støði í felags eyðkennum.

At enda verður tikið saman um eyðkennini hjá fiskunum, sum eru umrøddir í bókini.

Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.

Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars øllum, ið hava áhuga fyri fiski.