Ó Søgur um djevulskap


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2007
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-44-82-4
Rithøvundi: Carl Jóhan Jensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 786

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ó- tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Eingin veit, hvaðani hann er upprunnin, ella hvør hann er. Men djevulskapurin breiðir seg frá honum gjøgnum farna og farandi tíð, døkkur og tilvildarligur sum ein deyðilig smitta, sum ein pest. Har, hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi.
Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann. Royndir hansara at noyða hjarta sítt til trúgv hava ein øðrvísi djevulskap við sær, ein djevulskap, ið stendur til einstaklingin og kemur fram í óbótaverkum, neyðtøku og morðum.