Tummasar smátta


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2007
Prísur: 80.00
ISBN: 979-99918-1-591-6
Rithøvundi: Harriet Beecher Stowe
Umsett: Teodor Hansen
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 276

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ein klassikari á føroyskum!

Bókin, ið elvdi til kjak, bæði tá ið hon kom út í 1852 og síðan fleiri ferðir, serliga í sjeytiárunum, tá ið vaksandi medvitið um støðu teirra svørtu í USA gjørdi sítt til, at spurnartekin vórðu sett til tær ymsu myturnar um svørt.

Bókadeildin endar útgávuárið við einum heimskendum klassikara, sum nógv kjak hevur verið um.
Ongin ivi man vera um, at bókin, tá ið hon kom út í 1852, gav kjakinum um trælahald í amerikansku suðurstátunum eitt rættiligt skump, og heldur ongin ivast í, at hon mundi vera ein av orsøkunum til, at trælahald varð bannað við lóg nøkur ár seinni.
Amerikanski forsetin tá var Abraham Lincoln og um Harriet Beecher Stowe segði hann: ”Her hava vit lítlu kvinnuna, sum skrivaði bókina, ið elvdi til stóra kríggið.”
Bókin er síðan vorðin kjakevni fleiri ferðir, serliga í sjeytiárunum, tá ið vaksandi medvitið um støðu teirra svørtu í USA gjørdi sítt til, at spurnartekin vórðu sett til tær ymsu myturnar um svørt. Ein av teimum var mytan um Uncle Tom ella Tummas, sum hann eitur á føroyskum.
Í stuttum er søgugongdin tann, at Tummas verður seldur sum brúkslutur frá einum eigara til annan, og viðurskifti hansara líka so væl sum hjá øðrum svørtum eru treytað av, hvør eigarin er.
Tummas er sannførdur trúgvandi maður og vil ikki gera ímóti sannføring sínari, og tí má hann at enda lata lív vegna tað, at hann ikki vil gera harra sínum eftir vild.