Bretskur konsul í Føroyum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2000
Prísur: 98.00
ISBN: 99918-44-56-2
Rithøvundi: Henry Montagu Villiers
Umsett: Hans Jacob Debes
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 146

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í 1898 kom stóra innrásin av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hon var ein hvøkkur fyri føroyingar, sum sóu sjálvt tilverugrundarlagið vera hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimun miðum, sum føroyskir útróðrarmenn høvdu søkt og sitið á í øldir.Vreiðin inn á bretarnar var so stór,at danskt verjuskip varð sent til Føroyar at taka bretskar trolarar.Viðurskiftini millum Bretlands og Danmark vóru annars góð,og tað er skilligt,at danskir mynduleikar vóru illa við av hesi kreppu,sum hevði tikið seg upp.Teir donsku embætismenninir í Føroyum vóru kroystir millum donsk politisk áhugamál-t.e. gott handilssamband við Bretland,sum var høvuðsmarknaður fyri danskar landbúnaðarvørur-og øðina í føringum. Tann 1. apríl 1901 varð Henry Villiers tilnevndur konsul í Føroyum og Íslandi og kom til Havnar við konu, tveimum børnum og tveimum tænarum. Hann var alt annað enn vælkomin. Føroyingar vildu ikki lova honum í land. Hann mátti leypa niður í ein bát fyri at sleppa í land; fylgi hansara var eftir um borð. Eingin vildi veita honum innivist í Havn, til ein takksamur ungur bakari, sum hevði lært í Skotlandi, lovaði honum at leiga hjá sær. Embætismennirnir vóru ikki minni óblíðir, tí hann var mótpartur teirra, og teir máttu eisini ansa eftir ikki at gerast ov væl við ein sendimann, sum føroyingar fataðu sum fígginda.