Myrkaskrímsl


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2007
Prísur: 110.00
ISBN: 978-99918-1-554-1
Rithøvundi: Rakel Helmsdal
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 30


Um bókina
Hóast heitið bendir á, at hetta átti at verið okkurt óhugnaligt, so eru hesi skrímslini góð og fitt og hava kenslur sum smá børn.

Triðja bókin í einari sera væl umtóktari røð av bókum um tvey skrímsl: Lítla skrímsl og Stóra skrímsl.
Bókin er eitt samstarv millum Rakel Helmsdal, svian Kalle Güettler og íslendingin Áslaug Jónsdóttur, sum hevur myndprýtt allar tríggjar bøkurnar.
Hóast heitið bendir á, at hetta átti at verið okkurt óhugnaligt, so eru hesi skrímslini góð og fitt og hava kenslur sum smá børn.
Lítla skrímsl er einsamallur heima og ræðuliga bangin, tí hann hoyrir undarlig ljóð allastaðni. Men til alla lukku kemur Stóra skrímsl at vitja, og hann torir alt og er so djarvur. Men so hoyra teir eitt ordans brak uttanfyri…