Apollonia


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2007
Prísur: 130.00
ISBN: 978-99918-1-573-2
Rithøvundi: Edward Fuglø
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 33


Um bókina
Gamla gentan í klædnagoymslini í leikhúsinum fer við barninum ein túr í fleiri Shakespeare leikum.


Apollonia er ein gomul genta, sum arbeiðir í einum leikhúsi, har hon seymar og vælir um búnarnar hjá leikarunum. Ein dagin, hon er niðri í klædnagoymsluni, kann hon ikki lata vera við at lata seg í kjólan hjá Ofeliu úr leikinum Hamlet hjá Shakespeare, og knappliga er hon stødd í sjálvum leikinum.
Barnið fær á henda hátt innlit í fleiri leikir hjá Shakespeare, umframt at upplivingarnar hjá Apolloniu eru sera spennandi.
Bókin er tann fyrsta hjá Edwardi Fuglø, sum vit annars kenna sum listamann og myndprýðara.

Í samband við útgávuna var bókaframløga av Apolloniu og Myrkaskrímsli eftir Rakel helmsdal í Sjónleikarhúsinum. Edward hevur brúkt nógva tíð at myndprýða bókina, og lesarin sær beinanvegin at Sjónleikarhúsið er fyrimyndin.