Ræðuligur spádómur Merg og Bein


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2007
Prísur: 25.00
ISBN: 978-99918-40-36-9
Rithøvundi: Ingunn Aamodt
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 131

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nýggj og stórfingin bókarøð til ungar lesarar:

Tríggjar spenningsbøkur eftir norskar søgumeistarar

Forlagið Nýlendi fer nú í samstarvi við norska forlagið N.W. Damm & Søn AS undir at geva út nýggju og spennandi bókarøðina ”Merg & Bein” til 9-13 ára gamlar gentur og dreingir. Bókarøðin hevur fingið heitið ”Merg & Bein”, tí teksturin er so spennandi, at hann fer ígjøgnum mønu og merg.

Útgávan byrjar í hesum døgum, og tríggjar tær fyrstu bøkurnar koma allar út í senn. Í tí sambandi hava høvundarnir skrivað eina serliga heilsan til føroysku lesararnar. Arne Svingen, sum hevur skrivað ”Deyðiligt blits”, Ingunn Aamodt, sum hevur skrivað ”Ræðuligur spádómur”, og Jon Ewo, sum hevur skrivað ”Deyðans glaseyga”, senda øllum Føroya børnum hesa heilsan:

HEY ØLL BØRN Í FØROYUM!!!
”Hvat skulu vit nú skriva um?” spurdi Arne.
”Eg havi hug at ræða børn!” svaraði Ingunn.
”Lat okkum ræða børnini í Føroyum!” skoytti Jon uppí.
Vit høvdu hoyrt nógv um, hvussu børnini í Føroyum hungraðu eftir spennandi bókum. Tey høvdu lisið seg ígjøgnum bæði fantasybøkur og hestabøkur og fótbóltsbøkur og bøkur um cybervíkingar og talgildar dinosaurar. Teimum tørvaði okkurt meira, annars endaðu tey hjá argastu kappingarneytunum hjá rithøvundum – teimum, sum gera telduspøl. Og hvussu skal tað gangast gentum og dreingjum, sum bara trýsta á knøttir og knappar og blása aliens til bits & bytes?
Tí, eitt skulu tit vita: tað eru tey, sum duga at lesa og skriva, sum fáa tey bestu størvini, og sum skriva tey kulastu kærleiksbrøvini ella sum skúma ta feitastu blogguna.
Sum hugsað, so gjørt. Vit byrjaðu við at skriva okkurt, sum vit hildu vera góðan og spennandi lesnað fyri norsk børn og vónaðu, at fyrr ella seinni fóru børn í Føroyum at fáa bøkurnar hjá okkum.
Og nú lukkaðist tað! Nú ræður bara um at ræða føroyingar so illa, at teir halda fram at lesa og fara undir fleiri av heimsins góðu bókum. Og skunda sær kanska til knappaborðið og setast sjálv at skriva. Hóast føroyingar kanska noyðast at hava ljósið tendrað um náttina, tá ið teir sova …

- Vit vilja hava spenning!!!
Soleiðis ljóðar svarið altíð, tá ið rithøvundarnir Ingunn Aaamodt, Arne Svingen og Jon Ewo spyrja børn, hvat tey hava hug at lesa. Tað svitast ikki. Tey vilja kenna tann titrandi spenningin á sær, fáa kylingar niður eftir bakinum, lesa um spøkilsi og blóðsúgvarar (vampýrar) og trølslig fráflutt hús. Útboðið er fátæksligt, og tí settu rithøvundarnir sær fyri at fara til forlagið Damm við uppskotinum um spenningsbókarøðina ”Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu vera bíligar - og spennandi. Forlagið tók av í stundini. Og nú eru fyrstu bøkurnar komnar.
- Bøkur, sum snúgva seg um yvirnatúrlig fyribrigdi og verur blandað við realismu koma nú sum flóðaldur skolandi. Eitt bókaslag í vøkstri. Tað liggur í tíðini, tað er ein partur av tíðarandanum, sigur Jon Ewo og hugsar ikki bara um barnabøkur. Hann hugsar um áhugan fyri japonskum teknirøðum, Harry Potter og vampýrhøvundar sum Jon A. Lindquist, sum hava gjørt stór hál. Støðugt fleiri rithøvundar vilja skriva óunniligan tekst fyri børn. Norska sjónvarpið hevur nýliga víst sjónvarpsrøðina ”Uhu!” um spøkilsi, og Ahmed Zappa, sonur Frank Zappa, hevur júst skrivað eina bók til tey blaðungu um menniskjaetandi skrímsl. Norski rithøvundurin Tom Egeland hevur eisini skrivað eina óhugnabók fyri børn.

Børn og ung eru nógv undirmettir lesarar
- Ein máti at royna, hvar markið gongur, sigur Jon Ewo.
- Sum miðil er bókin púra vandaleys í hesum sambandi. Tú kanst altíð lata bókina aftur og síðan lata hana upp aftur at kanna eftir, hvat ið hendir. Børn gera sær sjálv myndirnar, leggur hann dent á. Sjálvur heldur hann, at børn kunnu tola tað mesta. Í næstu bók sínari skrivar Aamodt um ein mannaátara, sum tekur børn til fanga.
- Tað verður ógvuliga óhugnaligt, men sum royndir rithøvundar kenna vit javnvágina, sigur hon.
Jon Ewo tekur støði í teimum tíggju boðunum, tá ið hann skrivar. Í ”Deyðans glaseyga” snýr tað seg um ikki at stjala. Tvey vinfólk fara inn í húsini hjá einum deyðum granna. Har finna tey tvey glaseygu, men við hesum glaseygunum ber til at síggja tey, sum eru deyð. Tey finna eisini eina bók, sum tey skriva nøvnini á sær í. Bókin vísir seg bara at innihalda nøvnini á menniskjum, sum eru deyð.
Aamodt hevur lagt søgugongdina í sínari bók ”Ræðuligur spádómur” til eitt niðurlagt tivoli. Har verður spátt fyri høvuðspersóninum, at hann skal verða jarðaður livandi. Eini duldarfull, fráflutt hús eru ástøðið í bókini hjá Arna Svingen, ”Deyðiligt blits”.
- Tað er ikki eitt endamál í sær sjálvum at skera dráp út í papp, men vit hava einki mark fyri, hvat ið kann henda við fólki. Tey kunnu sum einki doyggja í bókunum. Tað er munur á at senda hugan á flog og at fara út í einstakar lutir, tí tað er ein partur av søgugongdini, sigur Arne Svingen. Hann minnist sjálvur sínar fyrstu ríkandi lesiløtur: bøkurnar hjá Roaldi Dahl. Hann vildi lesa spenningsbøkur.
- Tað vóru bøkurnar, sum eg las fyrst, og sum gjørdu, at eg helt fram og las onnur sløg av bókum, sigur hann.
- Børn eru undirmettir lesarar. Tey verða ikki so mikið sum rópt lesarar. Tey verða rópt ”málbólkur”, tað er rætt og slætt ljótt og óforskammað. Vit taka lesarar okkara í álvara. Tey eru ikki klientar ella nakar málbólkur, sigur Ewo.

Ótrúligt ímyndarflog
- Børn hava ótrúligt ímyndarflog. Vaksin kunnu siga: ”Nei, hetta er ov mikið órealistiskt”. Børn kundu ikki funnið upp á at sagt tílíkt, at hetta ber ikki til. Og tað gevur nógv størri møguleikar og ger alt nógv stuttligari, sigur Svingen, sum heldur børn vera takksamar lesarar.
- Tey eru ærliga hugtikin.
Rithøvundarnir vænta at skriva seks bøkur um árið. Bøkurnar í røðini kunnu 7 ára gomul lesa eins væl og 16 ára gomul, siga tey við foreldur, sum halda, at alt verður so óhugnaligt.
- Tá er trúgvin á orðsins makt farin út um alt mark. Børn eru tikin úr leikum, tá ið tað kemur til at duga á at skyna, nær tey skulu tendra og sløkkja.
- Hetta er ein lesiuppliving, sum tey fara at minnast, tá ið tey verða tilkomin, og sum fær tey at brellast eftir meiri lesnaði seinni, staðfestir Jon Ewo.

Í bókunum eru uppskakandi søgur um eina spákelling, spøkilsi, flennandi beinagrindir, sum ganga kykar, forniskar huldulonir og eina ræðuliga spreinging. Sáttmáli er longu skrivaður um at filma bøkurnar.
Norska forlagið N. W. Damm & Søn AS hevur ment seg nógv seinnu árini, m.a. hevur forlagið givið norsku Harry Potter-bøkurnar út í fleiri 100.000-tals eintøkum.
Kapping um útlendsku rættindini
Tær fyrstu tríggjar bøkurnar í ”Merg & Bein”-bókarøðini eru seldar til fleiri lond, men føroyskt er fyrsta fremmandamálið, sum bøkurnar koma út á. Ikki færri enn trý donsk forløg kappaðust um at fáa rættindini til at geva bøkurnar út á donskum.

Ikki minst norsk børn eru von við óhugnaligar søgur um trøll og gand og spøkilsi. Undangongumenninir vóru P.C. Asbjørnsen (1813-1882) og Jørgen Moe (1812-1885), sum vit eisini kenna her á landi undir navninum Asbjørnsen og Moe.
– Vit merkja, at spenningsbókmentir fyri børn eru eitt rák í tíðini, sum er nógv eftirspurt, sigur John Erik Riley, forlagsstjóri fyri barna- og ungómsbøkur á Damm. – Børnum og ungum dámar at royna, hvar ið markið gongur. Tað er okkum ein fragd at sleppa at geva hesar bøkurnar út. Hetta er marrukendur lesnaður fyri tey djørvu, og vit vóna, at føroysku lesararnir verða ræddir. Vit hava longu merkt stóran áhuga fyri bókunum, bæði frá norsku bókahandlunum, fleiri útlendskum forløgum og filmsfyritøkum. Og tað er stuttligt, at bøkurnar longu í ár koma út í Føroyum eisini, sigur John Erik Riley.

Um “Merg & Bein”
Á bloggu sínari greiðir Ingunn Aamodt frá, hvussu bókarøðin kom í lag: Fyri tveimum árum síðan fór eitt hugskot so smátt at fáa skap. Starvsfelagar mínir, Arne Svingen og Jon Ewo, og eg klaktu eina nýggja verkætlan til eina barnabókarøð.
- Vit settu okkum fyri at skriva eina bókarøð av spenningsbókum til børn millum 9 og 13 ára aldur. Í bókarøðini skuldu vera bæði søgur um spøkilsi, óhugni, krimi og spenningur og eita “Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu kosta so lítið, at børn hava ráð at eiga tær, og vit vildu hava stór uppløg. Vit trý skuldu "eiga" bókarøðina, soleiðis at skilja, at eingin annar enn vit trý sleppa at skriva hana, uttan so at vit sjálv ein dag gera av at fáa eitt fjórða vandaliga valt fólk við. Tvær árligar útgávur, og tað merkir, at vit trý skriva tvær bøkur í part um árið, so at seks bøkur koma út um árið.
Tá ið hugskotið var liðugt, bóðu vit um ein fund við Damm. Vit valdu Damm, tí tey duga so væl við bókarøðum. Teimum dámdi hugskot okkara ógvuliga væl, tey góðtóku øll okkara krøv og tóku av við brestin. Vit fóru beinan vegin undir at skriva bøkur. Vit hildu fleiri fundir við Damm, har vit skiftu orð um eitt leskiligt skap og snið og búmerki, framdrátt og marknaðarføring. Mong hava verið við í verkætlanini og hava víst góðan vilja. Vit hava ongantíð upplivað, at eitt forlag hevur lagt so nógv fyri og víst okkum so stórt álit viðvíkjandi tí, vit áður hava gjørt. Tað eru vit ógvuliga fegin um.

Teir tríggir rithøvundarnir hava eisini eitt annað endamál við bókarøðini: Tey trý vilja taka valdið aftur av forløgunum. Tað er jú vanliga soleiðis, at forløgini ráða fyri, hvørjar bókarøðir tey ætla sær at dúva uppá, og so seta tey bøkur saman, sum hóska, og bjóða rithøvundum at skriva. Men “Merg & Bein” er verkætlanin hjá Svingen, Ewo og Aamodt. Tað eru tey trý, sum skriva bøkurnar og gera av, um møguliga aðrir rithøvundar sleppa upp í part.
- Tað eru nógvar spennandi óhugnabøkur i heiminum, men ikki so nógvar norskar. Og harumframt skriva vit betri bøkur - í øllum lítillæti, sigur Jon Ewo, sum eisini upplýsir, at hann ætlar at nýta sín part av bókarøðini til at lýsa nakrar etiskar tvístøður. Við tí í huga hevur hann ætlanir um at byggja eina bók á hvørt av teimum tíggju boðunum.

Sagt um “Merg & Bein”-bøkurnar:
"Hvør á sín hátt eru hesar bøkurnar akkurát passaliga óunniligar til at lokka tey, sum ikki tíma at lesa, til at taka eina fríløtu frá telduspælium."
Guri Fjeldberg, Bergens Tidende
"Hetta eru spennandi krimibøkur, sum ein við allar møguligari góðari samvitsku kann geva ungdómi, allar tríggjar."
Kirsten Viker Lunde, Oppland Arbeiderblad
"Mitt besta viðmæli til hesa bókarøðina"
Maya Troberg Djuve, Dagbladet
"Við bókarøðini «Merg & Bein» gevur Damm okkum eitt óhugnaliga gott alternativ til ungar lesarar. Samanumtikið ein óhugnalig og um somu tíð fitt frásøgn, sum er inn at beini dygdargóð."
Alexander M. Schindler, Vårt Land

Ferðin er nógv í øllum trimum bókunum. Hendingar og eyðkenni hjá leikarunum eru sum í krimibókum, og lesarin verður ikki við sviðusoð. Hvør bókin endar við fyrsta kapitli úr næstu bók. Henda bókarøðin er serliga ætlað 9-13 ára gomlum, men fyri tað kunnu bæði 7 og 16 ára gomul hava líka stóra gleði av bókunum, halda høvundarnir.

Forlagið Nýlendi takkar Eik Banka, Føroya Banka, Kulturkontakt Nord, Mentanargrunni Landsins, Norðoya Sparikassa og Tórshavnar býráð, sum hava lynt fyri føroysku bókaútgávuni, ið tríggir av fremstu og best dámdu barna- og ungdómsrithøvundunum í Noregi hava skrivað. Næstu tríggjar bøkurnar koma út til várs.
Jákup í Skemmuni hevur týtt bøkurnar “Deyðiligt blits” eftir Arna Svingen, “Ræðuligur spádómur” eftir Ingunn Aamodt og “Deyðans glaseyga” eftir Jon Ewo. Kápumyndirnar og aðrar myndir hava norsku listafólkini Olve Askim og Ronja Berge gjørt, og Nørhaven hevur prentað.
Bøkurnar liggja um 150 blaðsíður og eru at fáa í øllum bókabúðum fyri 100,- krónur hvør.