Í havsins hjarta


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2007
Prísur: 178.00
ISBN: 978-99918-44-87-9
Rithøvundi: Gunnar Hoydal
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 517

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Stutt undan fyrra aldarskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvundans. Haðani tekur seg upp søgan um tjúgundu øld.

Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.