Sæteren ved Argisbrekka


Forlag: Fróðskapur University Press
Útgávuár: 2007
Prísur: 328.00
ISBN: 978-99918-65-13-3
Rithøvundi: Ditlev L. Mahler
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 525

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Forlagið Fróðskapur hevur givið út bók um fornfrøðiliga útgrevsturin
undir Argisbrekku við Eiðisvatn í árunum 1985-87. Ditlev L. Mahler hevur
skrivað, og bókin nevnist "Sæteren ved Argisbrekka. Økonomiske
forandringer på Færøerne i vikingetid og tidlig middelalder".

Útgrevsturin undir Argisbrekku var eitt samstarv millum elfelagið SEV og
Føroya Fornminnissavn fyri at tryggja tær fornfrøðiligu leivdirnar í
økinum, sum fóru undir vatn í sambandi við vatnorkuútbyggingina hjá SEV.
Fornfrøðingarnir funnu í minsta lagi 19 húsatoftir eystaru megin
Eiðisvatn niðanfyri Argisbrekku, og í ritgerðini leggur høvundurin, sum
leiddi útgrevsturin, nágreiniliga fornfrøðiligu úrslitini og ber fram
próvgrundir fyri, at talan er um eitt ærgi.

Einaferð í 800-árunum stovnaði ein garður á Eiði eitt útbúgv ella ærgi
við Eiðisvatn. Har hildu tey húsdýr síni um summarið, og tey av
húsfólkunum, sum búðu á ærginum, mjólkaðu dýrunum og gjørdu mjólkina
til. Ærgið undir Argisbrekku er útbygt í fleiri stigum, og í 1000-árunum
ella kanska eitt sindur seinni verður tað frágingið. Við egnum kanningum
og kanningum hjá øðrum vísur Ditlev Mahler, at ærgi vóru vanlig í
Føroyum í víkingatíð og tíðliga í miðøld. Eisini verða gjørdar
samanberingar við onnur lond í Norðuratlantshavi og víst, at
ærgisbúskapur var rættiliga útbreiddur. Í Føroyum hvørvur
ærgisbúskapurin í 1100 ella 1200 árunum, og ístaðin kemur tað slagið av
seyðahaldi í haganum, sum vit enn kenna.

Við stórum nærlagni gjøgnumgongur høvundurin ymisk viðurskifti, sum
kunnu hava givið orsøk til hesa gongd. Bókin er eitt gott dømi um
hugvísindaliga grundgransking og fornfrøðiliga nyttugransking. Handritið
til bókina varð í 1993 varð sum Ph.D ritgerð við lærda háskúlan í
Keypmannahavn.