Men lívið lær


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2001
Prísur: 220.00
ISBN: 99918-0-267-3
Rithøvundi: Heðin Brú
Umsett: Bergljót av Skarði
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 417


Samandráttur
Ritstjórnað og skrivað: Bergljót av Skarði
Hetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær bátsbandið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð. Bergljót av Skarði hevur lagt útgávuna til rættis til skúlabrúks, og er hon serliga ætlað miðnámsskúlum og framhaldsdeild fólkaskúlans. Í innganginum eru nágreinilig brot um høvundin og verk hansara, um søguligar skaldsøgur og um samfelagið um aldaskiftið 1800. Afturat hesum eru orðafrágreiðingar prentaðar saman við tekstinum. Eftir hvørt kapittul og aftast í bókini eru spurningar og uppgávur til skúlabrúks. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag Heðins Brú. Nýútgávan er partur av bókarøð, har Føroya Skúlabókagrunnur gevur føroyskar klassikarar út sum skúlaútgávur. Frammanundan eru Heiðin hind, tekstasavn, og Stjørnuskaldið undir Varða, savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen, komnar út. Við hesi bókarøð er ætlanin, at skúlin og almenningurin skulu fáa skaldskap eftir høvundar, sum umboða sumt av tí besta, ið er skrivað á føroyskum.