Vinmenn


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2001
Prísur: 150.00
ISBN: 99918-1-256-3
Rithøvundi: Árni Dahl
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 70


Samandráttur
Í bókini eru fyrst og fremst 5 kvæði, øll yrkt eftir Føroyingasøgu. Kvæðini eru: Brestis kvæði og Sigmundur og Tórir, sum Mikkjal á Ryggi yrkti Bjarnabani, sum Jeffrei Henriksen yrkti Signumds kvæði yngra og Leivs kvæði, sum Jens Christian Djurhuus yrkti.
Sum skilst, eru Sigmundur og Tórir høvuðspersónar í bókini:
Fyrsta kvæðið fevnir um tíðina undan tí, at Brestir og Beinir verða dripnir. Annað og triðja eru um smádreingja- og unglingatíð Sigmundar og Tóris, fjórða um mandómmsár Sigmundar og deyða hansara, og tað fimta er um tíðina, eftir at Sigmundur er deyður. Undan hvørjum kvæði er stutt frágreiðing um søgugongdina, og harafturat eru orðafrágreiðingar á hvørjari blaðsíðu, so ung fólk lætt kunnu fáa greiði á torskildum orðum og máliskum. Bókin er prentað í litum, øll sum hon er. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at Vinmenn fer at teljast millum vakrastu útgávurnar í ár. Á síðunum, har kvæðini eru prentað, eru myndir, ið lýsa søgugongdina. Listamaðurin Edward Fuglø hevur valt at brúka sama stíl fyri hvørt kvæði, men myndirnar hava ymiskt skap í ymisku kvæðunum.VINMENN er givin út eftir áheitan frá SLÁIÐ RING, landsfelagnum føroyskum dansi at frama. Landsfelagið setti í 1997 pening av at evna til kvæðatilfar, sum skuldi venda sær til ungdómar. Ein arbeiðsbólkur varð so settur at skipa fyri hesum, og úrslitið síggja vit í dag: Eina avbera hugvekjandi og vakra bók, ið óivað fer at stimbra áhugan hjá ungfólki fyri kvæðum og at læra seg at kvøða.