Abbin og úlvarnir


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2007
Prísur: 140.00
ISBN: 978-99918-1-541-1
Rithøvundi: Per Olov Enquist
Umsett: Hugin Eide
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 140

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tá ið bókin kom út í Svøríki, segði hann í samrøðu við svenska Aftonbladet, at bókin í grundini var ein jólagáva. Hon var skrivað um upplivingarnar um summarið og prentað í fýra eintøkum, og ætlanin var at geva abbabørnunum hvør sína í jólagávu.
Søgan um hendingarnar á fjallinum við teimum trimum hellunum var givin út í bók og kann nú eisini lesast á føroyskum.
Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin. Tá ið hon roynir at vekja mammuna, vil hon ikki vakna, og pápin sigur bara, at hann má sova, tí at hann skal tíðliga upp!
Hvat gert tú so? Jú, ringir til abban! Og hann sigur, at um tú ert bangin fyri, at krokodillan skal leypa á aftur, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið, so at krokodillubit verður sum einki afturímóti.
Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð; ein ferð, sum næstan endar í einari vanlukku. Men tað eydnast teimum fýra børnunum at bjarga bæði sær sjálvum og abbanum undan fjallinum, har bæði bjarnir og úlvar eru.
Ein spennandi og hugvekjandi bók um abbar, sum lurta eftir børnum og taka tey í álvara og eisini sjálvir mugu rudda heima og ikki spyrja, um hann "skal hjálpa til", tí at konan, Gunilla, er feministur.