Candide


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-76-93-1
Rithøvundi: Voltaire François-Marie Arouet
Umsett: Christian Matras
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 134

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Candide er franskt speirit, sum fyrstu ferð varð prentað í 1759.

Søgan byrjar við unga manninum Candide, sum livir eina varda tilveru í einum sonnum aldingarði og er fyltur av tilverunnar bjartskygni. Hesin lívsstílur fær ein bráðan enda, tá ið Candide fær at kenna, hvat ið trong kor í royndum merkja. Candide ger ta niðurstøðu, at „vit mugu velta okkara egna garð“ tí „alt er til tað besta í tí besta av øllum møguligum heimum.“

Tónin er ógvuliga speiskur, og bókin ger gyski burtur úr mangari klisjé. Voltaire ger gjøldur burtur úr átrúnaði, gudfrøði, stjórnarskipanum, hermegi og heimspeki.

Bókin varð bæði stórliga fagnað og elvdi til stóra gølu.

Beint eftir at hon í loyndum varð prentað, varð hon bannlýst víða hvar, tí bara so dánt fjalt undir tunnari skræðu spottaði bókin Guð, eggjaði til politiskt rumbul og setti seg upp ímóti viðurkendum intellektuellum sannleikum.

FYRR: 169