Stuttleika tær


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2001
Prísur: 48.00
ISBN: 99918-1-261-x
Rithøvundi: Aase Bømler Olsen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 32

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
STUTTLEIKA TÆR eftir Aase Bømler Olsen er gjørd til børn at lita og kann nýtast sum ein vanlig málibók; frágreiðing er óneyðug. Men hava foreldur hug og geva sær stundir, ber til at fáa nógvar góðar løtur saman við barninum og bókini. T.d. ber til at finna upp á søgur ella tosa um myndirnar og kanska geva eina hjálpandi hond at lita ta mynd, sum barnið hevur hug at lita. Bert hugflogið er mark fyri, hvat kann sigast um eina mynd.
Til dømis gevur ein mynd av einari prinsessu møguleikan at syngja "Kongaríkið í Bábylon". Ella siga frá ævintýrinum "Prinsessan á ertrini". Smílist prinsessan ikki, kann tað vera tí, at hon hevur etið ov nógv kongabomm og ævintýrís, og nú hevur hon fingið brendar tenn ella ilt í búkin. Alt ber til í hugaheimi barnsins, einki er ógjørligt. Eisini ber til at lata barnið sjálvt gera eina søgu um myndina og kanska hjálpa tí við at spyrja, hví prinsessan ikki smílist, hví hetta og hví hatta, man tað verða tí. Fyri at fáa gongd á eru nøkur hugskot til spurningar og hvat tosast kann um sett við hvørja tekning.
Tá litað verður, og um áhugin minkar, kann tann vaksni bjóða sær til at lita okkurt ella spyrja, um prinsessan ikki eigur at hava frøknur ellur hundurin fleiri flekkur. Børnum dámar sera væl, at vaksin tekna okkurt, sum tey so lita. Til tað eru gjørdar prikkamyndir. Vaksna fólkið kann spyrja barnið, hvat skal teknast fyrst. Er tað til dømis nøsin á gekkinum, so er at tekna hana, og barnið litar tað pettið. Soleiðis verður hildið fram at tekna tað næsta, sum barnið so litar, meðan tað ber til at tosa um, hví nøsin ikki hevur bláar blettir, ella um ein fuglur man reiðrast undir hattinum. Onkur blonk síða er, har barnið sjálvt kann tekna. Uppskot er til, hvat barnið kann tekna. Sum skilst, er heftið mest ætlað børnum undir skúlaaldur, men tað er eisini væl egnað sum eykatilfar í føroyskum í 1. og 2. flokki