Rættskriving triði partur


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2001
Prísur: 157.00
ISBN: 99918-0-260-6
Rithøvundi: Jeffrei Henriksen
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 77


Samandráttur

Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina “Føroysk rættskriving, 4. skúlaár” eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær rættskrivingarreglur, ið mesti tørvur tykir vera á hjá børnunum at læra í miðdeild fólkaskúlans. Í bókini eru 31 tímar. Innihaldsliga er hon býtt í trý evni: fyrisagnir, ljóðlæru og rættskriving. Fyrisagnirnar eru 11 í tali. Í ljóðlæru verður arbeitt við umljóði. Rættskrivingarvenjingar eru t.d.: útfyllingarstykki og uppgávur, tá ið arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, kynunum og føllunum. Eisini eru orðvenjingar, har ið sligið verður upp í leitorðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftast í bókini. Harumframt eru stílaevni. Í triðja parti hevur Gunnvør Joensen gjørt uppskot til fjølbroyttar eykauppgávur, sum geva næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði. Aftast í bókini eru rættskrivingarreglur og leitorðalisti. Í bókini eru nógvar myndir, sum Herálvur Jacobsen, lærari, hevur teknað. Olivur við Neyst teknaði permumyndina.