Orðini hava tagnarskyldu | |
Forlag: Egi Útgávuár: 2007 Prísur: 60.00 ISBN: 99918-3-213-0 Rithøvundi: Sigga Maria Hjalmarsdóttir Højgaard Evni: Yrkingasøvn Ikki innbundin Støða: Útseld Síðutal: 24 | |
Stutt um bókina Tað kennist sum ein lætti at sleppa at skriva. Mest fái eg burturúr, tá ið høvdið stendur at bresta, sigur 18 ára gamla Sigga Maria. Orðini hava tagnarskyldu er heitið á fyrsta yrkingarsavninum hjá 18 ára gomlu Siggu-Mariu Hjalmarsdóttir Højgaard. Í savninum eru 19 yrkingar á føroyskum og enskum. Hon er fødd og uppvaksin á Landavegnum í Havn, eitt skifti búði hon í Nyborg og tannárini búði hon í Suðri og í Hoyvík. Nú gevur hon sítt fyrsta yrkingarsavn út, Orðini hava tagnarskyldu. Yrkingar um kenslur, hugsanir og lívið hjá einum ungum føroyskum tannáringi á ferð - í tíð og stað. Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard byrjaði at yrkja longu tá hon var 10-11 ára gomul. Tær 19 yrkingarnar í hesum fyrsta yrkingarsavninum eru eitt úrval úr umleið 70 yrkingum, sum hon hevur skrivað hesi árini. Yrkingarnar eru á føroyskum og enskum máli. Ein spegling av málsliga gerandisdegnum hjá dagsins ungdómi og hennara egnu lívsferð. Permumyndina hevur høvundurin málað. |