Søgan um bláa knøttin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2000
Prísur: 30.00
ISBN: 99918-1-230-x
Rithøvundi: Andri Snær Magnason
Umsett: Laurina Niclasen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 95


Samandráttur
SØGAN UM BLÁA KNØTTIN er spennandi og hugvekjandi barnabók, myndprýdd við nógvum myndum í litum. Søgan fer fram á einum bláum knøtti longst úti í rúmdini. Har býr eitt ótal av børnum, sum ongantíð verða vaksin. Tey eru villbørn, tí eingin er, ið sigur teimum, hvat tey skulu gera, og hvussu tey skulu vera. Børnini sova, tá ið tey eru móð, og eta, tá ið tey eru svong, og tey spæla júst har, sum tey hava hug til.Eitt kvøldið, tá ið Brimir og Hulda eru niðri í Svørtufjøru, kemur ein stjørna til sjóndar á luftini, og hon hevur kós beint ímóti teimum! Stjørnan lendir í fjøruni við ógvisligari spreinging. Í roykinum hómast ein óhugnalig vera, ið starir út í myrkrið. Tá byrjar eitt hættisligt ævintýr, sum leiðir børnini um myrkar skógir, djúpar dalar og bláan himmal. Tá verður, sum ongantíð áður, kravt nógv av vinalagi og snildi hjá børnunum á tí bláa knøttinum.SØGAN UM BLÁA KNØTTIN, eftir Andri Snær Magnason, er einasta íslendska barnabók, ið hevur fingið bókmentavirðislønina fyri fagurbókmentir. Virðislønina fekk bókin í 1999, tá ið hon varð givin út fyrstu ferð.