Føroya náttúra Lívfrøðiligt margfeldni


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2006
Prísur: 49.00
ISBN: 99918-04072
Rithøvundi: Anna Maria Fosaa
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 270


Støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum
Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið verður gagnnýtt og hvørjar hóttanir eru í hesum.

Verkætlanin, at lýsa føroysku náttúruna, varð sett í gongd eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir ST-samtyktina Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi. Týðandi og bindandi sáttmálar, sum eru grundleggjandi fyri eina tjóð sum okkara, ið burturav livur av burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni. Bókin Føroya Náttúra er okkara íkast til hesa heimsumfatandi støðumynd.

Bókin er í fyrstu atløgu ein lýsing av Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara. Fyri ikki at bróta lýsingina av náttúruni ov nógv av, er ymiskt tilfar um lívfrøði koyrt í kassar. Hesir kassarnir eru í ein serligan mun ætlaðir til undirvísing í lívfrøði.

20 lívfrøðingar hava skrivað og lýst sín part av føroysku náttúruni. Ein faklig ritstjórn við Onnu Mariu Fosaa, Eilif Gaard og Jóannes Dalsgarð saman við Magnusi Gaard, skrivara og samskipara, hava lagt innihaldið til rættis.