Alheimsins einglar 2 útgáva


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99918-71-83-7
Rithøvundi: Einar Már Guðmundsson
Umsett: Hjalmar P. Petersen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 204


Samandráttur
Umframt tær sterku, men kortini ódramatisku lýsingarnar av mannalívinum í mongum líki, líkist skaldsøgan frá við sínum svalliga poesii. Íslendska náttúran tykist hava sett síni spor i frásøgufólksins klára og jarðbundna mál.

Tá ið leggjast skal niður í ferðataskuna, er tað ikki burturvið at taka 'Alheimsins einglar' við sær.

Norrøn poesi
Einar Már Guðmundsson (f. 1954) fekk í 1995 Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna 'Alheimsins einglar', og tað kundi valla verið betur uppiborið. Skaldsøgan er brotna frásøgn Páls um barnaár, ungdóm og deyða sín í Reykjavík eftir kríggið. Frásøgustílurin er reinur og skirvisligur. Tað er eitt bland av poesii, sosialrealismu og ein sinnilig skráseting við bæði láturligum og grátiligum undirtónum. Men skaldsøgan er meir enn tað, hon er sín egin og hevur sítt egna poetiska mál og alheim. ??

Kleppur

Skaldsøgan byrjar við einari minnismynd frá og av býarins “vitloysishúsum”, Kleppi.

Vitloysið vísir seg á mangan hátt, og sinniliga, nágreiniliga endurgevingin av høpisleysum og avskapaðum tilburðum ríkar frásøgnina við nógvum skilagóðum og sjáldsama góðum skemti. ??

Páll greiðir frá føðing sínari, sum fer fram um somu tíð, sum Ísland fer upp í NATO. 'Tann dagin, tá ið heimurin varð kloyvdur.' Tað brotna hevur ein stóran leiklut í frásøgnini. Hon er sjálv eitt rað av brotum og splintrum av endurminning, har andlit og mannalagnur merktar av lívi, sum slitnaði á hálvari leið, reika inn og út úr frásøgnini, og barnaminnini, sum ganga á kross av skipbrotnum vaksnamannalívi. Frásøgnin sjálv kemur til sjóndar sum ein fastfryst mynd av einum syndraðum alheimi.

Vatn í mongun líki

Umframt tær sterku, men ódramatisku lýsingarnar av mannalívinum í mongum líki, líkist skaldsøgan burturúr við sínum eindømisliga, svalliga poesii. Íslendsk náttúra tykist hava sett síni sjónligu spor. Her eru eingir sterkir litir og tølandi angi, í staðin rennur vatnið í sínum ymiskliga líki ígjøgnum hesa næstan gjøgnumskygdu frásøgnina: regnið, ísurin, sjógvurin og keldan streyma reinsandi ígjøgnum málsligu myndburðirnar.

Myndburðirnir hjá Einari Már Guðmundsson eru reinir og spilla einki. Og júst hesin reinleiki í frásøgnini merkir, at lesarin goymir hesa týdningarmiklu, viðhvørt stuttligu og sáru søgu í sær. Júst tí at hon ikki nýtir tølarans listir, brýtur hon seg ígjøgnum allar verjuskansar. Tað hevði verið býtt ikki at unnað sær sjálvum hesa lesiuppliving.

FYRR: 169,-