Tvøroyrar kirkja 1908 –2008: 13 urgukoralir


Forlag: Egið
Útgávuár: 2006
Prísur: 200.00
Rithøvundi: Jens Mortan Mortensen
Evni: Tónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 47

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Myndabók, nótabók, lokalsøga og fløga við tónleiki
Tað sjáldsama við hesi bók er, at hon bæði er myndabók, nótabók, lokalsøga og fløga við tónleiki, sum Jens Mortan Mortensen hevur skrivað og spælt inn. Perman er hugtakandi mynd av nýreistu kirkjuni fyri 100 árum síðani.
Í bókini eru nógvar áhugaverdar fotomyndir av Tvøroyri seinastu 100 árini, har greitt verður frá kirkju- og bygdarsøguni.
Ein samandráttur á donskum og enskum ger bókina avbera henta hjá útlendingum.
Nótaprentið er lætt lesiligt, og tónleikurin á fløguni vísir, hvat vakra urgan á Tvøroyri megnar. Jens Mortan spælir tær trettan koralirnar vakurt.
Høvundurin er urguleikari í Tvøroyrar og Hvalbiar kirkju.