Húðsemi


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2001
Prísur: 140.00
ISBN: 9991843361
Rithøvundi: Tóroddur Poulsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 95

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.

Orðið "Húðsemi" má vera heimagjørt, tí tað finst ikki í teirri stóru føroysku orðabókini. Og tað borgar fyri, at yrkingarnar í hesum savninum eisini eru heimagjørdar. Kanska er heimagjørt ikki rætta orðið í hesum sambandi, men heldur kundu vit snarað okkum yvir í týdningin av onkrum, sum er forlorið ella kunsturligt. Men hóast nógvir føroyingar ganga við forlornum tonnum, so finst heldur ikki tað orðið (forlorið) í orðabókini, so ilt er at vita, hvat vit skulu halda.
Soleiðis er eisini við yrkingunum í hesum núggja savninum hjá Tóroddi Poulsen, sum fyrst av øllum tekur sær av tí markháttliga í lívinum, negatiónini, tí sum ikki er, hvat tað so er: hol, sum ikki eru grivin, tankar, sum ikki eru hugsaðir, sannleikin, sum tú bara tolir, um tú lýgur fyri tær sjálvum, ella stjørnur, sum ikki eru tendraðar.
Jú, hetta eru yrkingar, sum spenna so víða og taka so "óviðkomandi" evni upp, at tú kemur at hugsa um sunnudagar fyrr í tíðini.

Ella hetta brotið, sum er eitt dømi um nútímans small-talk:

Tvøst
segði hann
tvøst.

tvøst smakkar væl
tvøst er gott
og tað rennur upp aftur

spik
segði hon
spik

spik er nógv verri.