Náðisólin


Forlag: Mentunargr.unnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2006
Prísur: 140.00
ISBN: 99918-43-65-5
Rithøvundi: Kim Simonsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 91

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.
Náðisólin er annað yrkingasavnið hjá Kim Simonsen. Í fjør gav hann út savnið »Kodakmyndir frá sjeytiárunum«.
Nýggja bókin kallað Náðisólin, er í fimm pørtum, har teir tríggir eru stórar elegiskar langyrkingar, ið metapoetiskt snúgva seg um okkara tíð, um mál og um at skriva í dag. Savnið vendir sær móti minninum, málinum, trúarligum symbolum og heimstaðinum, har formurin partvíst er bæði fenomenologiskt sansandi og av og á støkkprosakendur. Innihaldi er av og á merkt av sorgblíðni, politikki og humor.
Partanir eru ymiskir, men eisini samansettir sum ein samrøða millum partanar.
Í savninum eru ymiskir yrkingarformar, bæði klassiskar sentrallyriskar, meiri abstraktar og minimalistiskar yrkingar, har týdningar fragmenterast, men við íslett av glimtum av ljósi og mystikki.
Bókin Náðisólin er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgerða hvussu tað er at vera eitt menniskja í okkara tíð, við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann koma yvir sína umboðanarkreppu í mun til postmodernaða skeiðið, ið er brátt farið.