Út at stjala Ross


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 70.00
ISBN: 978-99918-71-82-0
Rithøvundi: Per Petterson
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 247

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.
Sjáldan hava ummælarar og lesarar verið so samdir, sum tá ið norska skaldsøgan »Út at stjala ross« eftir Per Petterson kom út í 2003.
Frammanundan var hann høgt virdur rithøvundur, men við nýggju skaldsøguni fekk hann ikki bara báðar tær tyngstu bókmentavirðislønirnar í Noregi, men vann sær eisini viðurkenning víða hvar sum ein av bestu rithøvundunum í Norðurlondum. Tí sum norski rithøvundurin Knut Faldbakken segði í ummæli sínun í VG: »Skaldsøgan »Út at stjala ross« er longu frá titlinum ein gimsteinur av einari bók, fjálg, duldarfull, sjarmerandi, jarðbundin og realistisk, um eitt tragiskt og djúpt álvarsamt tema... Hetta er av sonnum eitt stórfingið avrik. Ein óvanliga hugfangandi og ríkandi lesiuppliving. 6 stjørnur!«
Út at stjala ross, sum snýr seg um at missa, búnast, um svik, orðaleysan kærleika og óvæntaðar loysnir.

FYRR: 198,-