Skugga-Baldur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2012
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99918-71-76-9
Rithøvundi: Sjón
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 127

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leygardagin 17. apríl 1868 fór eitt stórt farmaskip á land við Önglabrjótsnef á Reykjanesi. Tað var bikasvart og trímastrað og hevði trý dekk. Millum tær mongu tunnurnar av lýsi – eitt ómetaligt ríkidømi og ein Guds gáva til fátækafólkið her úti við sjógvin – raka bjargingarmenninir við, at okkurt livandi er á skipinum. Menninir verða skelkaðir, og tá ?nna teir eitt neyðardýr, ta ungu og illa á hold komnu gentuna Abbu, sum hevur Downs syndrom. Hon er við barn, men eingin veit, hvaðani hon er komin.

Ungi plantufrøðingurin Fríðrikur B. Friðsjónsson, bóndi á Brekku, tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Men Abba sleppur ikki við í kirkju, tí presti dámar ikki evnaveik fólk, sum órógva gudstænastuna. Tá ið Abba doyr, fær Fríðrikur høvi at hevna seg. Fríðrikur og presturin á staðnum, Baldur Skugga­son, hava eitt mál at gera upp sínámillum. Prestur er ikki tann góði maður, sum hann letst í mannaeygum, og ein vetrardag í 1883, tá ið hann fer á fjøllini á eina ógvisliga revaveiðu, fær alt ein óvæntaðan enda … Sum av handahógvi rekir Sjón kynsturliga eina spennandi harmasøgu. Ein ævintýrlig og yndislig frásøgn um kærleika, meinfýsni og hevnd í harðbalnu íslendsku náttúruni.

FYRR: 129,-