Mørk


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2005
Prísur: 220.00
ISBN: 9991843590
Rithøvundi: Vida H. Højgaard
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 180

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.
Mørk er skaldsøga um gentuna Lív, sum er úr eini lítlari, føroyskari bygd.
Tað er Vida Højgaard, sum hevur skrivað søguna um evnaríku, men viðkvomu gentuna, sum á ungum aldri lærir tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Hon er merkt, og í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda lív okkara.
Er alt lagna ella tilvild, og er sostatt alt stríð okkara at stýra eftir eini skilagóðari kós til fánýtis?
Bókin er ein hjartanemandi, lívsjáttandi frásøgn um vanlig menniskju og leitan teirra eftir eydnu og tilverugrundarlagi, um viðrák og mótrák og um at fóta sær í einum heimi, sum alsamt broytist.