Kodakmyndir frá sjeytiárunum


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2006
Prísur: 120.00
Rithøvundi: Kim Simonsen
Evni: Yrkingasøvn
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 41

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.
Kim Simonsen vil satsa upp á patos, tað erliga og realismu. Hann trýr upp á ein vakurleikaestetikk í framtíðini, at hesin fer at taka seg fram, og at postmodernisman og hennara fragmenteraða lyndi vil víkja.

Høvundurin stendur somuleiðis mótsett mongum øðrum uppá, at outsidarin ikki er ein klisjé, men nettup er tann gløggskygni eygleiðarin. Fyrimyndir eru høvundar sum Gunnar Ekelöf, Thomas Tranströmer og Henrik Nordbrandt.

Í Føroyum eru Rói Patursson og Jóanes Nielsen ivaleyst teir, sum standa høvundanum næstir.
Av teimum í yrkingunum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka.
Projektið er modernað, men eisini poetologiskt, soleiðis at tað vónar at skapa ein møguleika fyri sentrallyrikki í Føroyum.