Føroysk Flora


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2000
Prísur: 298.00
ISBN: 99918-0-058-1
Rithøvundi: Jóhannes Jóhansen
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 485


Samandráttur
Ritstjórn: Anna Maria Fosaa og Sigga Rasmussen
Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Tí átók Føroya Skúlabókagrunnur sær at geva bókina út, tá ið Jóhannes Jóhansen, sáli, kom til grunnin við handritinum á vári 1994. Í floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin, navnareglur, plantubygnaður, útbreiðsla og tíðleiki. Tær 67 ættirnar í floruni eru viðgjørdar í teksti og við littekning av einstøku plantusløgunum. Harumframt er listi við latínskum plantunøvnum og merking teirra og ein umfatandi listi við frøðiheitum. Alt hetta skuldi gjørt nýtsluna av bókini lættari.