Burtur


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2006
Prísur: 299.00
ISBN: 99918-43-70-1
Rithøvundi: Bergtóra Hanusardóttir
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 418


.
Við Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir verður lesarin fyri fyrstu ferð í føroyskum bókmentum førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn soleiðis sum tað var í 60- og 70-árunum. M.a. ferðirnar oman á Tjaldrið og veitslurnar úti í Neystinum.

Men fyrst og fremst varpar bókin ljós á teir krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast. Burtur er hugtakandi, spennandi og fylt við neyvum eygleiðingum og vøkrum natúrlýsingum. Bókin er uttan iva høvuðsverkið higartil hjá Bergtóru Hanusardóttir.