Trøllatindur


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2000
Prísur: 125.00
ISBN: 99918-1-226-1
Rithøvundi: Ida Jessen
Umsett: Steingrím Niclasen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 129


samandráttur
Tá ið Eva fekk bát, eina lítla, reyða jollu við fýra hesta leysamotori, segði pápi hennara, ið var fiskimaður: "Tú mást ongantíð fara út á opið hav í honum! Hendir tað bara eina einastu ferð, eigur tú ongan bát. Skilir tú tað?"
Men kortini sigldu hon og Jan, nýggi floksfelagi hennara í sætta flokki, út í óbygdu oynna, Trøllatind. Og her varnast tey, at alt ruggar ikki rætt. Tí, er oyggin veruliga óbygd? Hesum vilja Eva og Jan fáa greiði á, og hvørja ferð tey eru har úti, fara tey longri og longri inn á oynna, til tey at enda standa framman fyri loyndarmáli Trøllatinds. Eitt loyndarmál, ið leggur stórar skuggar um tey bæði.