Mín jólabók 2004


Forlag: Bókadeild føroya lærarafelag
Útgávuár: 2004
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-1-435-3
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 87


Samandráttur
Høvuðstátturin í Míni jólabók er framvegis søgur og yrkingar, men tá tað er sagt, er bókin ikki at kenna aftur. Jólabókin, ið er komin út í meir enn hálva øld, hevur fullkomiliga broytt ham og skap. Hon er sum myndabók til støddar, 80 blaðsíður í litum og við nógvum myndum og tekningum. Hon er skipað sum eitt slag av kalendarabók í 24 pørtum, men tað er kortini ikki neyðugt at brúka hana í hesi raðfylgju. Longu perman gevur ábendingar um eina heilt øðrvísi jólabók. Ikki færri enn 24 børn í nissuhúgvu prýða hana, - hóast onkur vil vera við, at eitt teirra ikki er eitt barn, tí tað hevur fýra bein og váta nøs. Ítrívssíðurnar eru rættiliga forvitnisligar og forkunnugar. Eingil úr føroyskari ull, sloyfubindiskeið, kavamenn úr gandadeiggi, tøvdar blómur, ítriv úr pappíri, uppskrift uppá leskiligar piparnøtir og heita saft, uppgávur, har møguleiki er at vinna eitthvørt. Hetta er alt upprunaføroyskt tilfar.

Søgurnar og yrkingarnar hava Oddvør Johansen, Elin Mortensen, Maud Heinesen, Steinbjørn B. Jacobsen, Sonne Smith, Elin á Rógvi, Mina Reinert, Niclas Rasmussen og Halldóra Dam skrivað. Jólaevangeliið er fastur táttur í Jólabókini, hesa ferð í lættari útgávu eftir Johannes Møllehave, sum Amy Tausen hevur føroyskað.

Mín jólabók 2004 er veruliga ein familjubók, ein bók, ið alt húskið kann hugna sær við í jólamánaðinum. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum um landið fyri 130 kr.

Tað eru tær báðar Beinta Johannessen og Elin á Rógvi, ið hava tikið stig til broyttu Jólabókina, og sum hava skipað innihaldið. Beinta hevur teknað allar myndirnar. Per á Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar.

Jólabók