Lukretia


Forlag: Ytstifjórðingur
Útgávuár: 2004
Prísur: 165.00
ISBN: 99918-934-0-7
Rithøvundi: Einar Petersen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 304

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samlað tilfar
Ólavur í Beiti og Sonni Jacobseneg hava samlað tilfarið, sum lá eftir Einar Petersen rithøvund sála úr Sørvági, saman í hesa bók. Har er bæði nýtt og eldri tilfar, m.a. seinasta skaldsøga Einars "Lukretia". Hesa søguna hevur Sonni skriva lidna. Bókin var nevniliga ikki heilt liðug, tá Einar andaðist.

Annars eru nakrar nýggjar stuttsøgur eftir Einar og hugleiðingar. Bøkurnar "Deyðin sendir apríl", "Nemesis á útoyggj" og "Alicia er horvin" vera eisini við í bindinum, sum verður 304 síður til støddar. Áðurnevndu bøkur hava leingi verið útseldar.
Hetta verk er komið í lag í samstarvi við arvingarnar eftir Einar.