Grindavísan


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2004
Prísur: 148.00
ISBN: 99918-0-387-4
Rithøvundi: Christian Pløyen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 48


Samandráttur
Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett upp sum teknirøð við frágreiðandi og livandi tekningum eftir Óla P. til tey 58 ørindini í vísuni. Síðani er uppískoyti, sum snýr seg um Grindavísuna og grindadansin. Við myndum, tekningum, talvum og teksti verður sagt frá grindadrápi, hagreiðing av tvøsti og spiki, grindareglugerð og umhvørvisfelagsskapum. Myndir og tekningar eru í litum.