Heimurin hjá Suffíu


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2004
Prísur: 290.00
ISBN: 99918-1-414-0
Rithøvundi: Jostein Gaarder
Umsett: Edvard Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 538


Samandráttur
Heimurin hjá Suffíu er ein bergtakandi gáta, ein skaldsøga, sum ger lesaran bilsnan, vitandi og glaðan. Bókin er týdd til 49 mál og er seld í meiri enn 25 milliónum eintøkum. Í 1995 var hon mest selda skaldsøgan í heiminum. Edvard Olsen hevur týtt til føroyskt. Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Á lítla lepanum í brævbjálvanum stendur: Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin? Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu - frá Sokrates til Descartes, frá Spinoza til Hegel, Marx og Freud - saman við gátuføra læraranum í heimspeki, sum ikki vil siga, hvør hann er. Men hetta er ikki tað einasta gátuføra í bókini. Hví fær Suffía postin hjá Hildu? Hvør er Hilda? - og hvør er Suffía?
Fyri at loysa gáturnar brúkar Suffía sín nýggja kunnleika til heimspeki, men svarið er nógv meira undrunarvert, enn hon hevði hugsað sær. Í søguni í søguni sigur Jostein Gaarder frá um heimspeki, um stóra loyndarmálið við lívinum og heiminum rundan um okkum.
"Ársins skaldsøga.... Søgan er so spennandi, at tú klárar næstan ikki at leggja bókina frá tær... Og bókin er ikki bara skrivað til tey ungu. Vaksin fólk fara heilt vist at gerast klókari," skrivaði Harriet Eide í ummæli í Dagbladet.