Likkulina og Likkudemus


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2004
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-1-419-1
Rithøvundi: Maud Heinesen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 31

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Likkulina og Likkudemus eftir Maud Heinesen og Hanni Bjartalíð er onnur bókin eftir Maud Heinesen, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í ár. Hin fyrra Eg skal hava ein hund, kom út í juni og var ætlað sum upplesingarbók fyri teimum 4- 7 ára gomlu.
Hendan er egnað til sama aldursbólk og er um lítla Jens Paula, sum er nógv saman við ommu og abba sínum, tá ið hann ikki er í barnagarði. Hetta er ein hugtakandi søga um ein drong, í tryggum umhvørvi, saman við fólki sum eru góð við hann. Søgan er eisini um Likkulinu og Likkudemus, sum sjálvandi eru likkur, og sum sita tolnar á tekjuni uttan fyri húsini hjá ommu og abba lítla Jens Paula og bíða eftir mati, men søgan er meira enn tað, tí hesar likkurnar ferðast heilt til Spania og aftur og Jens Pauli og vinmaðurin Bjørn loysa bandið um beinið á einum skuri, og tá verður onkur illur.
Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt søguna um Jens Paula og likkurnar við litføgrum tekningum av fólki og fæ.