Húsið hjá Malju ein bók at seta upp


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2003
Prísur: 148.00
ISBN: 99918-1-329-2
Rithøvundi: Lucy Cousins
Umsett: Niels Jákup Thomsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 0


Samandráttur
Tá ið tú letur bókina upp og setur hana á borðið, verður hon til húsið hjá Malju við køki, baðirúmi og sovikamari. Í hvørjum rúmi er eitt ark við smálutum at trýsta út og spæla við, okkurt at toga í, hurðar at lata upp og nógv annað. Her er eisini ein Malju pappírsdukka, ið kann røra armarnar, ein fótur at seta hana á og klæði at lata hana í. Litfagurt søguhefti er eisini lagt hjá. Í heftinum læra børnini um gerandisdagin hjá Malju, og tað gevur íblástur til at spæla við Malju. Við tað at so nógvir smálutir eru, er bókin ikki hóskandi fyri børn, ið eru yngri enn trý ár.