Fyrstuhjálpar hondbókin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2004
Prísur: 10.00
ISBN: 99918-1-376-4
Rithøvundi: Ymsir
Umsett: Ymsir
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 288

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í 13 kapitlum viðgerð bókin stutt og greitt alt tað, ið neyðugt er at vita um fyrstuhjálp. Yvirlit yvir kapitlarnar geva gott innlit í, hvussu víða bókin fevnir:

1. Grundreglur í fyrstuhjálp,
2. Mannagongdir og útbúnaður,
3. Lívbjargandi mannagongdir,
4. Trupulleikar við andadráttinum,
5. Trupulleikar við hjarta og blóðrensli,
6. Sár og bløðingar,
7. Beina-, liða- og vøddaskaðar,
8. Trupulleikar við nervalagnum,
9. Umhvørvisligar ávirkanir,
10. Smálutir,
11. Eitran, bit og stungur,
12. Barnsburður og heilivágstrupulleikar,
13. Bráðneyðug fyrstahjálp

Seinasti kapittul: Bráðneyðug fyrstahjálp, er eisini prentaður sum hefti fyri seg og fylgir við - ókeypis! Hetta heftið er ætlað at hava uppi á sær á útferðum t.d.

Fyrstuhjálparmannagongdir og viðgerð á hesum øki broytast, so hvørt sum vísindini mennast. Henda bók er dagførd til tær seinastu altjóða leiðbeiningarnar.
Í slíkari bók er málið av stórum týdningi. Mangan hevur málið á hesum øki verið ein blandingur av donskum, latíni og enskum máli. Í hesari bókini hevur týðarin lagt seg eftir at brúka føroyskt orðaval, sum skuldu verið øllum føroyingum alkunnugt.